Hákun West av Teigum og liðfelagarnir í Füchse Berlin leiktu ígjár á útivølli í dysti í bundseliguni javnt 25-25 móti Lemgo. Í steðginum var støðan javnleikur 12-12.
Hákun skoraði trý mál upp á fýra málroyndir, og hann legði eisini upp til eitt mál.
Füchse Berlin er nummar trý í deildini við 29 stigum. Teir eru eitt stig aftanfyri liðið hjá Vilhelmi Poulsen, Hannover-Burgdorf, og trý stig aftanfyri oddaliðið, Melsungen, ið hevur 32 stig.
HER ber til at síggja ein samandrátt frá dystinum. Hákun sæst við nummar 34 á rygginum:
##med2##