VIDEO: Liðið hjá Mikkjali vann 2-0 í Estlandi (Conference League)

(Video) Her eru hæddarpunktini frá dystinum Paide Linnameeskond-AIK Stockholm 0-2 (0-1)

Mikkjal K. Thomassen og hansara menn í AIK Stockholm fingu eitt gott úrslit á útivølli í fyrra dystinum í øðrum undanumfarinum í Conference League.

 

Á Kadrioru leikvøllinum í Talinn, har fjeppararnir hjá AIK vóru í meiriluta á áskoðaraplássunum vann AIK 2-0 á Paide Linnameeskond. Kosovski miðvallarin, Bersant Celina legði AIK á odda við einum góðum stútara longu í sjeynda minutti. Ungarski miðvallarin Aron Csongvai staðfesti sigurin við einum góðum skoti úr 20 metrum.

 

Liðini hittast aftur á Strawberry leikvøllinum komandi hóskvøld klokkan 18.

 

Áðrenn tað, sunnudagin klokkan 13 skal AIK spæla dyst á heimavølli í bestu svensku fótbóltsdeildini, tá Öster kemur á vitjan.

 

HER ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum Paide Linnameeskond-AIK Stockholm 0-2 (0-1):

 

##med2##

 

Megnar AIK at vinna ein samlaðan sigur á Paide, so bíðar armensk ella ungarsk mótstøða í triðja undanumfarinum.

 

Í triðja undanumfarinum verður talan um antin FC Pyunik úr Armenia, ella ETO FC Győr úr Ungarn.

 

Triðja undanumfarið verður leikt 7. og 14. august.