Plagar tú at fara á ólavsøku?
- Sum smádrongur var eg á fleiri ólavsøkum. Vit áttu eina mostur og tvær fastrar í Havn.
Tað sigur Jógvan við Keldu.
Hann vísir á, at eftir at hann gjørdist tannáringur, var hann helst á hvørjari ólavsøku, til hann giftist.
- So kom eg í løgtingið og landsstýrið, og tá var eg sjálvandi á hvørjari ólavsøku, men seinnu árini, síðan eg fór úr løgtinginum, hava vit ikki verið á ólavsøku, sigur hann.
Hvat heldur tú er tað besta við tjóðarhátíðini?
- Tað er nógv áhugavert og spennandi við ólavsøkuni. Eg haldi, at vit eru eitt fólk – eitt dugnaligt fólk – sum hevur klárað at yvirlivað og livað væl á hesum vøkru oyggjum úti í Norðuratlantshavi.
Og Jógvan við Keldu heldur fram:
- Men, eg havi – sum eg havi sagt fyrr – eitt sindur ilt við at kalla ólavsøkuna tjóðarhátið so leingi, vit ikki eru ein sjálvstýrandi tjóð, hóast vit eru á veg!
Jógvan við Keldu vísir á, at ólavsøkan eftir hansara tykki altíð hevur verið ein fólksins stevna í eini hægri legu enn aðrar stevnur um landið.
- Og sjálvandi tað, tí tað er á ólavsøku, at løgtingið kemur saman aftur.
Hann vísir á hátíðarligu skrúðgonguna millum løgtingið og dómkirkjuna, sjálva gudstænastuna – og so niðan aftur at hoyra tignarliga og vakra sangin undir løgtingshúsunum.
- Og síðan, tað størsta, at løgtingið – okkara demokratiska ting – verður sett. Tað er nakað, sum bæði rørir innaru kenslur og gevur fagnað!
Er okkurt tú saknar við ólavsøkuni?
- Nei, her er einki, eg sakni. Her er alt, og eg haldi, at ólavsøkan á hvørjum ári er væl tilrættaløgd. Hon er eitt prýði, bæði fyri Havnina og Føroyar.
Jógvan við Keldu vísir á, at tað, sum mangar situr eftir í honum, eru útimøtini, bæði hjá Ebenezer, Hvítusunnusamkomuni og ikki minst hjá Frelsunarherinum, sum er nakað serstakt.
- Tá alt hetta er sagt, havi eg sjálvandi havt áhuga fyri tí ítróttaliga á ólavsøku – ikki minst dystunum millum KÍ og HB, har eg minnist spennandi dystir heilt frá ungum árum av.
Minnist tú onkra ólavsøku fram um aðrar?
- Ja, tað kann eg siga, nú tú spyrt. Betty og eg giftust hin 24. juli í 1965, sum tvey ung fólk. Okkara brúdleypsferð gekk til Havnar á ólavsøku, og vit búðu á Hotel Hafnia.
Jógvan við Keldu viðgongur, at hetta var ein serstøk kensla. Hetta var eisini tíðin, har hann fór at stríðast við at seta føtur undir egið borð, og lívið lá fyri framman hjá nýgiftu hjúnunum.
- Til stuttleikar kann eg nevna, at tá vit gingu í býnum millum alt hetta nógva fólkið hesa ólavsøkuna, kendi eg meg sum ein rættan mann. Hetta gjørdist ein ógloymandi ólavsøka.
Jógvan við Keldu leggur aftrat, at hann minnist nógvar góðar ólavsøkur, hóast hann í nøkur ár antin hevur verið í útlondum ella á føroysku fjøllunum á ólavsøku.