Hákun West av Teigum og liðfelagarnir í Füchse Berlin spældu hóskvøldið áttandapartsfinalu í týsku steypakappingini móti Rhein-Neckar Löwen á útivølli.
Leingi vóru Hákun og liðfelagarnir á odda. Teir vóru á odda 16-12 í steðginum, og eitt skiftið vóru teir á odda 20-16, men teir mistu leiðsluna úr hondum, og endin var, at Rhein-Neckar Löwen vann tepurt 30-29.
Hákun skoraði trý mál upp á fýra málroyndir.
HER ber til at síggja ein samandrátt frá dystinum. Hákun sæst við nummar 34 á rygginum:
##med2##