VIDEO: Soleiðis taptu bæði Kiel og Flensburg í kvøld

(Video) Síggj samandráttir frá dystunum Melsungen-THW Kiel 27-22 (11-12) og Lemgo-Flensburg Handewitt 34-29 (20-13)

Liðini hjá Eliasi Ellefsen á Skipagøtu og Jóhan á Plógv Hansen mistu í oddastríðnum í týsku bundesliguni í kvøld. 

 

Elias og liðfelagarnir í THW Kiel taptu á útivølli 22-27 (12-11) fyri Melsungen.

 

Elias var við fýra málum saman við Harald Reinkind triðbesti málskjúttin hjá Kiel. Elias legði eisini upp til tvey mál (assist).

 

Kiel er nummar fýra í deildini við 34 stigum.

 

Jóhan og liðfelagarnir í Flensburg Handewitt taptu á útivølli 29-34 (13-20) fyri Lemgo. Jóhan skoraði tvey mál.

 

Flensburg er nummar fimm í deildini við 35 stigum.

 

HER ber til at síggja ein samandrátt frá dystinum millum Melsungen og Kiel. Elias sæst skjóta tvey mál og brenna ein málmøguleika:

 

##med2##

 

HER ber til at síggja ein samandrátt frá dystinum millum Lemgo og Flensburg:

 

##med3##