VIDEO: Soleiðis vann Ukraina á Kosovo í okkara EM-bólki

(Video) Sìggj ein samandrátt av dystinum Ukraina-Kosovo 36-25 (18-8)

Í okkara EM-undankappingarbólki vann Ukraina í dag á heimavølli í Litava stórsigur 36-25 á Kosovo. Longu í steðginum var dysturin mest sum avgreiddur. Tá var Ukraina á odda 18-8. Kosovo vann annars fyri trimum døgum síðani 31-30 á Ukraina í Prishtina.

 

Ihor Turchenko var toppskjútti hjá Ukraina við 10 málum. Toppskjútti hjá Kosovo við fimm málum var Lulzim Shabani.

 

Føroyar eru fremst í bólki 6 við fimm stigum. Ukraina og Niðurlond hava fýra stig hvør, og Kosovo hevur trý stig. 8. mai spæla Føroyar móti Kosovo á útivølli.

 

HER ber til at síggja ein samandrátt av dystinum Ukraina-Kosovo 36-25 (18-8):

 

##med2##