VIDEO: Tapið hjá Füchse Berlin í Póllandi

(Video) Her er ein samandráttur frá dystinum Wisla Plock-Füchse Berlin 32-27 (19-11)

Hákun West av Teigum og liðfelagarnir í Füchse Berlin spældu hóskvøldið dyst í bólki A í Champions League.

 

Á útivølli tapti Füchse Berlin 27-32 fyri pólska liðnum, Wisla Plock. Í fyrra hálvleiki gekk av skriðuni hjá berlinarunum, og í steðginum var Wisla á odda 19-11.  Hákun hevði tvær málroyndir, men tíverri kom hann ikki á máltalvuna í kvøld.

 

HER ber til at síggja ein samandrátt frá dystinum. Hákun við nummar 34 á rygginum sæst bæði brenna ein málmøguleiki, og við einum uppleggi til eitt mál hjá Füchse Berlin:

 

##med2##