VÍF í Faxe Kondi finaluni aftaná ársins dyst í Vestmanna

Tvær ferðir longd leiktíð og brotskastskapping mátti til áðrenn samlaði vinnarin í uppgerðini millum VÍF og Kyndil var funnin

Tað er ikki uttan orsøk, at dysturin millum mansliðini hjá VÍF og Kyndli verður nevndur klassikarin í føroyskum manshondbólti.

 

Tað bleiv sligið fast við sjeytummaseymi í kvøld, tá liðini máttu ígjøgnum tvær ferðir longda leiktíð og eina brotskastskapping fyri at finna ein samlaðan vinnara.

 

Kyndil vann dystin aftaná vanliga leiktíð 24-23. Men av tí, at VÍF hevði vunnið 31-30 í tí fyrru hálvfinaluni í Havn stóð samlað á jøvnum 54-54. 

 

Tí var neyðugt við longdari leiktíð. Aftaná 70 minuttir var støðan 26-25 til Kyndil, og samlað javnleikur 56-56. Liðini tóku 10 tungar minuttir á vøllinum aftrat. Aftaná 80 minuttir var støðan 29-28 til Kyndil, og samlað javnleikur 59-59. Tí bleiv neyðugt við brotskastskapping.

 

Mladen Mjerimacka í VÍF-málinum bjargaði royndunum hjá Rógva Dal-Christiansen og Tobias Thisen. Tórður Guttesen í Kyndils-málinum bjargaði royndini hjá Filip Jojic. Tróndur Johnson fekk møguleikan at fáa VÍF upp á javnleik 32-32, og harvið eina samlaða leiðslu á 63-62. Hann tók av, og so kundu vestmenningar fegnast um teirra helst minniligasta sigur í hesari øldini.

 

Við 10 málum var Sjúrður Olsen toppskjútti hjá VÍF. William Skovsager skoraði heili 13 mál fyri Kyndil. 

 

Í finaluni við Tjarnir bíðar H71. 

 

##med2##