Víkingur fær norðurírskan dómara niðri í Gibraltar

Talan verður um ein lítið altjóða royndan dómara

Í morgin seinnapartin klokkan 16.30 skal Víkingur í øllum hitanum niðri í Gibraltar royna at vinna á Lincoln Red Imps í seinna dystinum í fyrsta undanumfarinum í Champions League. Víkingur tapti 2-3 á heimavølli, og tí er mótbrekka hjá Víkingi undan seinna dystinum. 

 

Tað verður ein norðurírskur dómari, ið kemur at døma dystin millum Lincoln Red Imps og Víking. Talan er um Ben McMaster, ið bleiv skrásettur sum altjóða dómari á nýggjárinum í 2024. Tí er ikki talan um ein serliga altjóða royndan dómara.

 

Ben McMaster hevur dømt dystir í bestu norðurírsku fótbóltsdeildini síðani 2021.

 

LINCOLN RED IMPS FC (GIB) - VÍKINGUR (FRO)

Dómari: Ben McMaster NIR

Hjálpardómari 1: Stephen Bell NIR

Hjálpardómari  2: John Doherty NIR

Fjórði dómari: James Robert Robinson NIR

VAR dómari: Peter Bankes ENG

VAR hjálpardómari: Timothy Wood ENG

UEFA dómaraeygleiðari: William Collum SCO

UEFA umboð: Ádonis Prokopíou CYP