Víkingur vann á Eysturkommunu

6-mannafør kvinnur MA: Masters kvinnurnar hjá Havnar Róðrarfelag hava vunnið allar tríggjar róðrarnar

Í fótbólti eiga tey í Eysturkommunu Víking. Í kappróðri er tað Havnar Róðrarfelag, sum eigur 6-mannafarið Víking.

 

Í Masters kappingini hjá kvinnum fevnir FM kappingin um tríggjar róðrar. Í dag var síðsti róðurin á ólavsøku, og sum tær báðar undanfarnu ferðirnar, so var tað aftur í dag Víkingur, sum var fremstur og harvið staðfesti seg sum FM vinnara.

 

Einasti bátur, sum hevði hug at bjóða av, var Tindur hjá kappróðrarfelagnum Tindur í Eysturkommunu. Tindur var næstfremstur í dag og eisini silvurvinnari í FM kappingini.

 

Sjódrekin av Skála var á bronsuplássinum í dag og eisini í FM kappingini.

 

##med2##

 

##med3##

 

úrslit/rsf.fo