Umsóknarfreistin at søkja um part av kvotuni var fríggjadagin 31. januar 2025.
Fiskimálaráðið fekk 8 umsóknir um part av kvotuni – tilsamans varð søkt um 17.900 tons.
Eftir innanhýsis viðgerð eru allar 8 umsóknirnar játtaðar, og hava hesar fingið tillutað tey 6.500 tonsini, sum vóru tøk.
Í viðgerðini og raðfestingini av umsóknunum er serligur dentur lagdur á menningar-og nýskapanarvirðið í royndunum.
Av játtaðu umsóknunum eru 5 til virkir á landi, sum á ymiskan hátt virka svartkjaftin, so virðisøkingin verður størri enn við vanligari framleiðslu.
3 av játtanunum eru latnar til reiðarí / skip. Í øllum førum er talan um at gera royndir við trolútgerðini. Talan er um royndir, har roynt verður at tillaga trolini, so at minni orka skal nýtast, fráskiljing av hjáveiðu verður betri, samstundis sum bøtt verður um veiðuevnini ella góðskuna á fiskinum.
Eins og undanfarin ár verða, í sambandi við játtandi svar um kvotur til vinnuligar fiskiroyndir eftir svartkjafti, makreli og norðhavssild, settar nakrar serligar treytir, sum skulu tryggja, at sannlíkindini eru størri fyri, at endamálið við royndunum verður rokkið.
Frágreiðing skal sendast Fiskivinnu- og samferðslumálaráðnum, tá royndirnar eru gjørdar - í seinasta lagi 31. januar 2026.
Feløgini, sum hava fingið játtan, eru:
Sp/f Gráastein, 1.050 tons
P/F Varðin Pelagic, 800 tons
P/F Netastovan, 1.000 tons
Sp/f Sjógæti, 200 tons
P/F Kinnfelli, 1.050 tons
Sp/f Saga, 800 tons
P/F Havsbrún, 1.000 tons
P/F Faroe Marine Products, 600 tons