Vit gita: Hetta er fyrsta liðið hjá Eyðuni og Atla

Manslandsliðið: Nógv bendir á, at tað verður við trimum í miðverjuni

Mynd: (Hans Erik Danielsen/FSF) Landsliðsvenjing í gjár

Føroyska manslandsliðið fyrireikar seg í løtuni til Nations League dystin móti Armenia, sum verður í Jerevan í morgin klokkan 17. Mánadagin fór ferðaliðið úr Vágum um morgunin og lendi um midnáttarleitið í Armenia, eftir at hava verið á ferð í 18 tímar.

 

Í gjár var ein venjing á venjingarstøðini hjá armenska fótbóltssambandinum. Eyðun Klakstein er fyribilslandsliðsvenjari og Atli Gregersen er hjálparvenjari. Teir gjørdu fimm broytingar í landsliðsúttøkuni. Ási Dam og Poul Kallsberg fingu landsliðsboð fyri fyrstu ferð, Páll A. Klettskarð og Hallur Hansson eru við aftur, umframt at Noah Mneney kom aftur á A-landsliðið.

 

Tað tykist greitt, at føroyska liðið fer at spæla við trimum miðverjum. Loysinin hevur annars verið ein 4-1-4-1 seinastu tíðina, har verjukendi miðvallarin skal detta aftur í verjuna, tá tað er brúk fyri tí. Hetta er ein leiklutur, sum Gunnar Vatnhamar hevur havt. Tó hevur hann samstundis tikið ímóti, tá tað er málspark til okkara og tað fekk kritikk í sjónvarpsstovuni hjá KVF.

 

Fyrsta uppgávna hjá nýggja landsliðsvenjaranum verður at velja ein málmann. Teitur M. Gestsson, Bárður á Reynatrøð og Mattias H. Lamhauge hava allir prógvað, at teir kunnu spæla á landsliðnum. Teitur M. Gestsson hevur havt munin á hinum fyrr, men seinastu tíðina hava Mattias H. Lamhauge og Bárður á Reynatrøð upp á skift gjørt krav upp á plássið.

 

Í miðverjuni tykist greitt, at tað verða Odmar Færø, Gunnar Vatnhamar og Andrias Edmundsson. Hørður Askham er skaddur, meðan Samuel J. Chukwudi og Sonni Ragnar Nattestad eru frávaldir til hópin. Tað merkir at Arnbjørn Svensson er fjórðaval, meðan spælarar sum Viljormur Davidsen, Noah Mneney, Ási Dam og enntá René Shaki Joensen kunnu í ringasta føri traðka til.

 

Á vongbakkunum er hørð kapping um høgra bakkin. Jann J. Benjaminsen vann plássið til dystirnar móti Armenia og Lettlandi á Tórsvølli seinast, men Jóannes Kalsø Danielsen hevur átt plássið undan honum. Viljormur Davidsen byrjar á vinstra vongbakki

 

Á miðjuni er eitt stórt ivamál, um Hallur Hansson verður klárur. Hann fekk eitt prik í tjúkkan til venjing í gjár. Venjingin í dag kemur helst at vísa, um miðvallarin verður tøkur. Tað er líkt til, at Jóannes Bjartalíð og Adrian Justinussen hava síðurnar, so er spurningurin hvussu miðvallara plássini verða sett saman. Hvussu leingi klárar Brandur Hendriksson at spæla og verður pláss fyri René Shaki Joensen og Hanus Sørensen frá byrjan?

 

Í álopinum tykist tað at verða ein dystur millum Meinhard E. Olsen og Páll A. Klettskarð. Okkurt bendir á, at Meinhard E. Olsen hevur munin frá byrjan við sínum skjótu renning, men Páll A. Klettskarð var í hopla til venjing í gjár. Og so er tað Petur Knudsen, sum kann spæla á fleiri plássum.

 

Hóast ivamálið við Halli Hansson og at tað er ein venjing í kvøld, so fara vit at gita. Tí verður liðið sett við Halli Hansson inni, men sannlíkt verður tað Hanus Sørensen, sum er varamaður til plássið. Eisini er René Shaki Joensen endaður uttanfyri, men helst er hann eisini eitt boð til høgra miðvøllin, nú Jóannes Bjartalíð bara eina ferð hevur spælt fullan dyst fyri Fredrikstad í ár.

 

Vit gita: (Føroyar 5-4-1)

 

Teitur M. Gestsson – Jóannes Kalsø Danielsen, Odmar Færø, Gunnar Vatnhamar, Andrias Edmundsson, Viljormur Davidsen – Jóannes Bjartalíð, Hallur Hansson(Hanus Sørensen), Brandur Hendriksson, Adrian Justinussen – Meinhard E. Olsen

 

##ms##

 

Mynd: (Hans Erik Danielsen/FSF) Landsliðsvenjing í gjár