Vit sleppa kanska undan kroatiskum áskoðarum á Tórsvølli

Krostia vann 2-0 á Fraklandi, ið nú liggur til at koma á vitjan á Tórsvølli

Sum støðan er aftaná fyrru fjórðingsfinalurnar í Nations League, so verður tað heimsstjørnan, Kylian Mbappé og Frakland, ið koma á vitjan á Tórsvølli seinni í ár, og ikki kroatiskir áskoðarar, ið elva til nógvan trega.

 

Kroatia vann 2-0 á Fraklandi í fyrru fjórðingsfinaluni, ið var leikt á Poljud leikvøllinum í Split.

 

Ante Budemir legði aftaná gott forarbeiðið hjá Ivan Perisic Kroatia á odda í 26. minutti. Beint undan steðginum økti Ivan Pirisic til 2-0. Tíðliga í dystinum brendi Kroatia eisini eitt brotsspark.

 

Seinna fjórðingsfinalan verður leikt á Stadé de France, sunnukvøldið klokkan 19.45. Samlaði taparin endar í HM-undankappingarbólki saman við Føroyum, Kekkia, Montenegro og Gibraltar. Vinnarin skal spæla Final Four í Nations League.

 

Løgreglan, trygdarfólkini á Tórsvølli og veitingarstøðini í Havn vóna helst, at Frakland kemur á vitjan, og ikki aftur kroatiskir áskoðarar aftaná harmiligu hendingarnar í fjør, tá ófriðarkropparnir hjá Hajduk Split gjørdu um seg í Havnini.

 

So av trygdarávum heppa vit á Kroatia til dystin á Stadé de France.

 

##med2##

 

 

 

Í fjør skemmaðu kroatiskir fjepparar býin undan dystinum millum HB og Hajduk Split