Landsliðsleikarin, Andrias Edmundsson og liðfelagarnir í Wisla Plock høvdu 12 møguleikar innanfyri málrammurnar í heimadystinum móti Tychy í næstbestu pólsku fótbóltsdeildini í dag, men teir megnaðu ikki at taka av, og endaði dysturin við javnleiki 0-0.
Andrias sum nú kann fara at hugsavna seg um uppgávurnar við landsliðnum spældi allan dystin.
Wisla Plock er triðfremst í deildini við 17 stigum. Teir eru tvey stig aftanfyri oddaliðið, Termalica sum hevur 19 stig.
Komandi dystur hjá Wisla Plock er á útivølli móti Wola, leygardagin 14. september.
Í bestu norðurmakedónsku fótbóltsdeildini slapp Jóan Símun Edmundsson ikki á vøllin, tá lið hansara Shkupi tapti 1-2 fyri Sileks á útivølli.
Shkupi hevur fýra stig aftaná fýra tey fyrstu umførini.