Zelenskyj fer at fylgja Frans, páva

Enn hevur Vatikanið ikki kunngjørt, nær jarðarferðin hjá Frans, páva, verður

 

Tað verða fleiri ríkisleiðarar, sum fara at fylgja Frans, páva, til gravar. 

 

AFP veit at siga, at millum ríkisleiðararnar verður eitt nú franski forsetin, Emmanuel Macron.

 

Aðrir rikisleiðarar, sum AFP nevnir, verða eitt nú ukrainski forsetin, Vlodomyr Zelenskyj.

 

Amerikanski forsetin, Donald Trump, hevur eisini sagt, at hann verður við til jarðarferðina.

 

Frans, pávi, doyði tíðliga um morgunin, 2. páskadag. Hann gjørdist 88 ára gamal.

 

Enn hevur Vatikanið ikki kunngjørt, nær jarðarferðin verður.

 

Siðvenja er, at jarðarferðin verður í seinasta lagi seks dagar eftir deyða pávans, vita útlendskir miðlar at siga í morgun.

 

Dagføring:

 

Tað seinasta úr Vatikaninum er, at Frans, pávi, verður jarðaður komandi leygardag klokkan 10, lokala tíð.