Fundurin millum teir báðar kemur undan einum fundi millum høg ukrainsk og amerikansk embætisfólk. Her fara partarnir at tosa um, hvussu kríggið í Ukraina kann steðgast.
Sambært Reuters hevur Zelenskyj sagt, at hann ikki sjálvur fer at luttaka á fundinum við amerikansku embætisfólkini. Sambært forsetanum verður ukrainska sendinevndin mannað við millum annað stábsleiðara hansara og uttanríkisráðharranum.