Zelenskyj rættleiðir Trump um undirtøku í Ukraina

Donald Trump hevur ført fram, at starvsbróðir hansara bert hevur fýra prosent undirtøku.

Mynd: Cagla Gurdogan/Reuters/Ritzau Scanpix

Ukrainski forsetin, Valodymyr Zelenskij avsannar, at bert ein heilt lítil partur av íbúgvunum í landinum stuðlar honum.

Hetta hendir eftir at amerikanski forsetin, Donald Trump, segði, at bert fýra prosent av ukrainarum stuðla Zelensky.

Tað skrivar Reuters.

- Tá vit tosa um 4 prosent, hava vit sæð misinformatiónina, vit halda, at hon kemur úr Russlandi, sigur Zelenskyj.

Týsdagin segði Trump eisini, at tað er langt síðani, at ukrainarar hava verið á vali.

- Tey vilja hava sess við borðið, men tú kundi sagt, vil fólkið í Ukraina ikki hava orðið? Tað er langt síðani, at tey hava verið á vali.

- Tað hevur einki við Russland at gera, tað er nakað, sum kemur frá mær, úr øðrum londum, segði Trump við tíðindafólk, sambært AFP.

Men forsetin livir í einum "rúmi við skeivum upplýsingum", sigur Zelensky.

- Tíverri livir Trump forseti, sum vit hava stóra virðing fyri sum leiðari fyri amerikanska fólkið, í hesum rúminum við misinformatión, sigur hann sambært tíðindastovuni.

 

/Ritzau/

 

 

Mynd: Cagla Gurdogan/Reuters/Ritzau Scanpix