1. mai – Felagsskapur, stríð og vón fyri framtíðina

Í dag 1. mai savnast vit, ikki bara fyri at hátíðarhalda sigrarnar hjá arbeiðararørsluni, men eisini fyri at minna okkum sjálvi á, at stríðið fyri rættvísi, javnrættindi og virðing ongantíð endar.

 

1. mai er ein solidaritetsdagur, ein samhaldsfestisdagur.

 

Tað er ein dagur, tá vit flyta eygu okkara frá okkara egna lívi og hyggja at samfelagnum, vit eru partur av – at bardøgunum, sum enn mangla at berjast, og fólkunum, vit berjast fyri.

 

Stríðið, sum broytti heimin

 

Fyri meira enn 100 árum síðan fóru arbeiðsmenn út á gøturnar og kravdu átta tímar arbeiðdag, átta tímar til frítíð og átta tímar til hvíld. Tað var ein tíð, tá órættvísi og misnýtsla vóru reglan, ikki undantakið. Tað var ein tíð, tá samanhaldið var sterkasta vápnið ímóti teimum, sum høvdu vald.

 

Ígjøgnum søguna hava fakfeløg verið ein drívmegi fyri at betra um arbeiðsviðurskiftini. Tey hava stríðst fyri rættindum, sum í dag tykjast sjálvsøgd: rætturin til frídagar, lønarsamráðingar, arbeiðstryggleika og góðar arbeiðsumstøður. Hesar vunnu fakfeløg ikki av sær sjálvum – tær komu við felags innsatsi, har arbeiðarar stóðu saman og kravdu rættvísi.

 

Í dag eru vit her takkað verið teirra stríði. Men hvat er tað vert, um vit gloyma, hvat tey stríddust fyri?

 

Nýggju avbjóðingarnar

 

Í dag standa vit fyri øðrum avbjóðingum. Ójavnin veksur aftur. Arbeiðsumstøðurnar eru undir trýsti. Veðurlagið líður undir girnd og stuttskygdum avgerðum. Og alt ov nógv fólk falla ígjøgnum rivurnar í okkara velferðarskipan.

 

Vit síggja, hvussu ríkidømi er savnað í hondunum á nøkrum fáum, meðan vanlig fólk stríðast við at hava ráð til leigu, orkurokningar og mat á borðið. Vit síggja, hvussu vælferðarsamfelagið, sum vit hava bygt upp, verður avbjóðað við áheitanum frá ymiskum síðum um niðurskurð og privatisering. Og vit síggja, hvussu allur heimurin rópar eftir átøkum, meðan politikarar drála av ótta fyri at órógva status quo.

 

Styrkin býr í felagsskapinum

 

Men vit hava okkurt, sum er sterkari enn ójavni, girnd og passivitetur. Vit hava hvønn annan. Tað er í samfelagnum, at vit finna styrki at reisa okkum. Tá ið vit standa saman, kunnu vit krevja gerðir – ikki bara lyfti. Vit kunnu krevja ein arbeiðsmarknað, har øll hava rætt til sømiligar lønir og arbeiðstreytir. Vit kunnu krevja, at vælferðin verður styrkt, so at eingin stendur eftir.

 

Okkara felags ogn

 

Í dag, 1. mai, varpi eg ljós á týdningin av almenna geiranum – okkara felags ogn, sum tryggjar eitt vælvirkandi samfelag fyri øll. Almenni geirin er ein grundsúla undir okkara vælferðarsamfelag, sum fevnir um heilsuverkið, skúlar, eldrarøkt, undirstøðukervi, almennar stovnar og mangt annað, sum er alneyðugt fyri okkara trivnað og menning.

 

Tað er lætt at gloyma, hvussu týðandi hesir tænastuveitarar eru, tí vit taka ofta teirra arbeiðið fyri givið. Men sannleikin er, at ein sterkur almennur geiri er grundarlagið undir einum rættvísum og trygdargevandi samfelagi, har øll hava somu møguleikar, óansæð fíggjarligar umstøður.

 

Tíverri hava vit sæð økt trýst á almenna geiran seinastu árini. Sparingar, niðurskurðir og effektiviseringar verða alt ov ofta brúktar sum loysnir, hóast tað merkir verri tænastur fyri borgararnar og verri arbeiðsumstøður fyri starvsfólkini. Tað er okkara ábyrgd at verja almenna geiran og tryggja, at hann verður raðfestur á rætta hátt.

 

Vit skulu minnast til, at privatisering og nýskipanir ofta hava við sær størri ótryggleika fyri starvsfólk og brúkarar. Almenni geirin skal ikki síggjast sum ein útreiðsla, men sum ein íløga í okkara samfelag. Tí, at hava eitt sterkt heilsuverk, góðar skúlar og eitt vælvirkandi undirstøðukervi, gevur okkum øllum eina betri framtíð.

 

Verjið okkara vælferð

 

Vit mugu øll standa saman um at verja almenna geiran. Vit skulu ikki góðtaka niðurskurð og undirmeting av teimum, sum hvønn dag gera eitt megnar arbeiði fyri samfelagið. Heldur enn at minka um almenna geiran, eiga vit at styrkja hann og raðfesta hann enn hægri.

 

Tí fari eg í dag, 1. mai, at heita á politisku myndugleikarnar, fakfeløg, arbeiðstakarar og borgarar sum heild um at stuðla og verja okkara felags vælferð. Tað er bert gjøgnum samstarv og felags ábyrgd, at vit kunnu tryggja eitt rættvíst og vælvirkandi samfelag fyri øll.

 

Framtíðin er okkara ábyrgd

 

Tað er okkara skylda at tryggja, at framtíðar løntakarar eisini hava eina sterka rødd. Ung skulu kenna týdningin av fakfelagsarbeiði, og tað er okkara uppgáva at vísa teimum, at saman kunnu vit skapa betri umstøður fyri øll.

 

So lat okkum í dag ikki bara minnast fortíðina – lat okkum brúka 1. mai sum ein møguleika at standa saman, rópa hart og siga: Vit vilja hava eitt samfelag, sum er grundað á felagsskap, ikki vinning. Eitt samfelag, har samhugi er meira enn eitt orð, men ein gerð.

 

Góðu vinir, stríðið er langt frá av. Men so leingi vit standa saman, er vón. Og so leingi sum vit halda, at ein betri og tryggari arbeiðsmarknaður er møguligur, geva vit ongantíð upp.

 

Góðan 1. mai!

 

 

 

Súni Selfoss

 

Formaður í Starvsfelagnum