Makrelstyrja er dýrur og eftirspurdur fiskur, sum nógv vilja sleppa at fiska

25 bátar kunnu fiska 40 tons av makrelstyrju

Freistin hjá útróðrarbátum at søkja um loyvi at fiska makrelstyrju í Noregi gongur út hin 22. apríl

Makrelstyrja er dýrur og eftirspurdur fiskur, sum nógv vilja sleppa at fiska

Í Noregi hava tey gjørt av, at útróðrarflotin fær eina felagskvotu á 40 tons av makrelstyrju, og í mesta lagi 25 bátar kunnu fáa fiskiloyvi eftir styrju.

 

Tað sigur norska Fiskimálaráðið í samband við, at freistin at søkja um loyvi at fiska makrelstyrju gongur út hin 22. apríl.

 

Fiskimálaráðið vísir á, at øll, sum ynskja at luttaka í fiskiskapinum, skulu skráseta seg í sonevndu "manningarpuljuni".

 

Kvotan hjá útróðrarbátum, sum ikki eru vinnuligir burturav, er tilsamans 10 tons, harav átta tons eru sett av til frítíðarfiskiskap og tvey tons til merkingar.

 


 

 

Makrelstyrja er dýrur og eftirspurdur fiskur, sum nógv vilja sleppa at fiska