Tað upplýstu indonesisku bjargingarfólkini í dag, sambært tíðindastovuni AP.
Fleiri enn 560 vórðu eftir øllum at døma løstað, sambært AP, meðan tíðindastovan AFP í gjár boðaði frá, at fleiri enn 200 vóru løstað.
Indonesiskir myndugleikar upplýstu seinnapartin í gjár, at fimm fólk hava latið lív í eldinum.
Seinni niðurjusteraði bjargingarliðið talið av deyðum og segði, at tilsamans vóru trý fólk deyð - harímillum ein barnakona.
Ferjan "Barcelona 5" var á veg móti býnum Manado, sum er høvuðsstaðurin í indonesiska landslutinum Norðursulawesi, tá eldurin kyknaði í afturpartinum av ferjuni.
/Ritzau/