Hóskvøldið klokkan 19 spælir KÍ fyrra dystin í øðrum undanumfarinum í Conference League.
Dysturin verður leiktur á útivølli móti serbiska liðnum, FK Radnički 1923. Hóskvøldið 31. juli hittast liðini á vøllinum við Djúpumýrar í Klaksvík.
Megnar KÍ at knógva ein samlaðan sigur á FK Radnički 1923, so skal KÍ á enn eina langa ferð í triðja undanumfarinum.
Í triðja undanumfarinum møtir vinnarin av uppgerðini millum KÍ og FK Radnički 1923 antin FC Kosice úr Slovakia, ella FC Neman Grodno úr Belarus.
Triðja undanumfarið verður leikt 7. og 14. august.