Túsundtals fólk hava mótmælt handtøkuni av borgarstjóranum í Istanbul, Ekrem Imamoglu. Myndin er frá mikudegnum nærhendis býráðshúsinum í Istanbul. - Mynd: Yasin Akgul/Ritzau Scanpix

343 handtikin í turkiskum mótmælum

Seinastu dagarnar hava mótmælisgongur verið í turkiskum býum, eftir at borgarstjórin í Istanbul varð handtikin.

Túsundtals fólk hava mótmælt handtøkuni av borgarstjóranum í Istanbul, Ekrem Imamoglu. Myndin er frá mikudegnum nærhendis býráðshúsinum í Istanbul. - Mynd: Yasin Akgul/Ritzau Scanpix

Yvir 300 fólk eru handtikin í sambandi við mótmæli móti handtøkuni av borgarstjóranum í Istanbul, Ekrem Imamoglu.

Mótmælini hava verið seinastu dagarnar og hava verið í fleiri turkiskum býum, millum annað høvuðsstaðnum Ankara og størsta býnum í landinum, Istanbul.

Tað boðar turkiska innanríkisráðið frá, skrivar Reuters.

Tilsamans eru 343 fólk handtikin. Í fráboðan skrivar ráðið, at handtøkurnar vóru gjørdar fyri at forða fyri "órógvi av almennu skipanini".

Samstundis ávarar ráðið um, at myndugleikarnir ikki fara at tola "kaos og provokatión."

Sambært AFP hava mótmælisfólk verið út á gøturnar í fleiri enn 50 av teimum 81 landspørtunum í landinum.

Ekrem Imamoglu varð mikudagin handtikin sum liður í eini størri korruptiónskanning.

Hann er skuldsettur fyri svik og stuðla einum yvirgangsfelagsskapi.

Borgarstjórin er úr Republikanska Fólkaflokkinum, CHP, og verður mettur at vera ein týðandi kappingarneyti hjá forsetanum í Turkalandi, Recep Tayyip Erdogan.

Bæði Imamoglu og CHP vísa ákærunum aftur og halda, at tær eru politiskt motiveraðar. Tey hava kallað tað eina tíðliga "kollveltingarroynd" fyri at forða Imamoglu í at bjóða Erdogan av á næsta forsetavalinum.

Síðan handtøkuna eru túsundtals fólk farin út á gøturnar at luttaka í fyrst og fremst friðarligum mótmælisgongum, skrivar Reuters.

Fríggjadagin vórðu 97 fólk handtikin av trygdarfólkum. Her brúkti løgreglan táragass, gummiskot og vatnkanónir til at spjaða mótmælisfólkini.

Tað sigur innanríkisráðharrin í Turkalandi, Ali Yerlikay, sambært AFP.

Framman fyri býráðshúsinum í Istanbul segði leiðarin í CHP, Ozgur Ozel, at 300.000 fólk luttóku í mótmælisgonguni.

Imamoglu varð handtikin nakrar dagar áðrenn flokkurin skuldi hava undanval 23. mars og velja sítt næsta forsetavalevni undan forsetavalinum, sum skal vera í seinasta lagi í 2028.

Her var tað tann greiða væntanin, at Imamoglu fór at verða valdur sum valevni hjá CHP.

Hann verður væntandi avhoyrdur av ákæruvaldinum í kvøld. Samstundis er ætlanin, at mótmælisfólk enn einaferð fara út á gøturnar at mótmæla. Hetta veit AFP at siga.

 

/Ritzau/

 

Túsundtals fólk hava mótmælt handtøkuni av borgarstjóranum í Istanbul, Ekrem Imamoglu. Myndin er frá mikudegnum nærhendis býráðshúsinum í Istanbul. - Mynd: Yasin Akgul/Ritzau Scanpix