Tað vóru systrarnar hjá Anton M. Olsen, Jenny Olsen og Petra Hansen sum ynsktu at reisa minnisstein yvir beiggja sín. Tær heittu á Hans Tausen Olsen at gera minnissteinin, og vóru spentar at fáa hann reistan.
Anton M. Olsen var systkinabarn pápa Hans Tausen Olsen, hetta var tí ein týdningarmikil og stuttlig uppgáva.
– Tað hevði verið synd um hendingin doyði burtur.
Tað bleiv avrátt, at myndir av Anton M. Olsen, og skipinum Claru Mærsk skuldi prýða steinin. Hetta bleiv gjørt í samráð við einkjuna eftir Anton M. Olsen, Bergtóru Olsen, sum sá tekningarnar áðrenn steinurin bleiv gjørdur.
Tvey ár gingu frá tí at arbeiðið byrjaði, til minnisvarðin varð reistur. Drúgva bíðitíðin komst millum annað av, at ivamál var um staðsetingina. Tá dagurin umsíðir kom, vóru systrarnar báðar deyðar, og náddu ikki at síggja verkætlanina gerast til veruleika, tað heldur Hans Tausen Olsen vera ógvuliga spell.
Spurdur hvør fíggjaði minnisvarðan sigur Hans Tausen Olsen, at støðan gjørdist fløkjaslig, tí hetta merkti, at fíggingin av minnisvarðanum hekk í leysum lofti. Endin var at Hans Tausen Olsen bar kostnaðin sjálvur. Hann læt Runavíkar kommunu minnisvarðan, og 25. oktober 2015 varð hann avdúkaður í Rituvík.
Á minnisvarðanum er QR koda, við frágreiðingum um hendingina, Qr kodur var nýggj tøkni í 2015, tá minnisvarðin varð settur upp.
##med2##
Vitja framvegis í Rituvík
Anton M. Olsen var skipari á Claru Mærsk. 2. mai 1975 sendi eitt vietnamesiskt strandfarmaskip neyðarkall. Yvir 3.500 flóttafólk vóru í havsneyð. Uttan himpr gav skiparin boð um at skifta kós, og flóttafólkini blivu bjargað úr tí vissa deyða.
Hetta er heimsins størsta sivila bjargingarátak á sjónum.
Tá minnisvarðin bleiv avdúkaður, vóru tríggjar vietnamesiskar systrar við til hátíðarhaldið, ein av teimum, Linh Nguyen, gav um sama mundið bók út um hendingina, Rejsen til frihed. Eftir at minnisvarðin varð avdúkaður var útgávutiltak á Bókasavninum við Løkin.
Anton M. Olsen doyði í 1996, og er jarðaður í Rituvík.
Fólk hava stóran áhuga fyri hendingini, og minnisvarðin verður nógv vitjaður. Eisini onkur av teimum sum blivu bjargað, og onnur avvarðandi, vitjað javnan í Rituvík. Ofta seta tey seg í samband við Hans Tausen Olsen, og hann vísir teimum grøvina og minnisvarðan.
##med3##
##med4##
##med5##