Føroya elsti bátur á veg heimaftur 

Síðst í mai legst ein bátur aftrat vælumtókta Báta- og Listasavninum í Leirvík. Hetta er Hvanngarðurin, væntandi Føroya elsti róðrarbátur

 

Hvanngarðurin hevur verið farma- og grindabátur hjá syðrugøtumonnum, og er smíðaður um ár 1830 ella stutt eftir tað.

 

Soleiðis siga tey í Eysturkommunu í dag. Lagt verður aftrat, at báturin hevur staðið væl vardur á ymiskum søvnum í Oslo, men byrjar í næstu viku sína heimferð til Føroya. 

 

- Báturin er eitt tíggjumannafar, og slíkir stórir bátar hava ikki verið brúktir stórvegis til útróður, men heldur sum farma- og grindabátar. Sum farmabátur var Hvanngarðurin mest brúktur til Havnarferðir og sum grindabátur til grindir Norðuri í Sundum. 

 

Báturin var eisini brúktur sum ferðabátur av Skálafirði.

 

##med2##

 

- At tíggjumannafør ikki hava verið heilt vanlig, sæst av einari skráseting av øllum bátum í Føroyum, sum varð gjørd í 1903. Her sæst, at bara 23 tíggjumannafør - ella umleið 1,5% av øllum flotanum - vóru skrásett, og av hesum vóru bert 10 skrásett við árum.   

 

Í samband við, at nýggi báturin kemur til Eysturkommunu, verður almenn móttøka á Báta- og Listasavninum kristi himmalsferðardag, hin 29. mai frá klokkan 15.   

 

Í Eysturkommunu siga tey, at báturin framyvir verður at síggja sum partur av framsýningini á Báta- og lLstasavinum í Leirvík.