Vilhelm Poulsen og liðfelagarnir í Hannover-Burgdorf spældu í dag týdningarmiklan heimadyst í bundesliguni móti Melsungen.
Frammanfyri 9.900 áskoðarum í ZAG Arena høllini í Hannover taptu Vilhelm og liðfelagarnir greitt 23-29 fyri Melsungen. Í steðginum var Hannover á odda 15-14, men tað gekk av skriðuni í seinna hálvleiki. Vilhelm skoraði - eins og landsmennirnir ígjár - eitt mál fyri lið sítt. Vilhelm stóð eisini fyri einum uppleggi til mál.
Melsungen og liðið hjá Hákuni West av Teigum, Füchse Berlin hava 48 stig í part fyri 29 dystir. Hannover og Magdeburg hava 43 stig hvør, men Magdeburg hevur spælt tveir dystir færri, og kann tí nærkast oddaliðunum stórliga.
Sunnudagin klokkan 14 spæla Elias Ellefsen á Skipagøtu og liðfelagarnir í THW Kiel dyst á útivølli móti Potsdam. Sama seinnapart klokkan 15.30 spæla Jóhan á Plógv Hansen og liðfelagarnir í Flensburg-Handewitt dyst á heimavølli móti Rhein-Neckar Löwen.
Mánakvøldið klokkan 18 spæla Hákun West av Teigum og liðfelagarnir í Füchse Berlin á útivølli móti Göppingen. Sama kvøld klokkan 19 spæla Vilhelm Poulsen og liðfelagarnir í Hannover-Burgdorf dyst á útivølli móti verandi meistarunum, Magdeburg.
Støðan í oddinum:
##med2##
Kelda: Soccerstand