Aðalfundurin hjá Heilsurøktarafelagnum

Aðalfundurin hjá Heilsurøktarafelagnum verður á Panorama á Hotel Hafnia leygardaginn 20. apríl 2024 klokkan 14.

 

Skrá sambært viðtøkum felagsins: 

1. Val av fundarstjóra og atkvøðuteljarum 

2. Frásøgn nevndarinnar frá farna árinum 

3. Framløga av grannskoðaðum ársroknskapi til góðkenningar 

4. Úrslitið av talgildum vali av nevndarlimum  

5. Val av einum tiltakslimi fyri 2 ár

6. Val av einum løggildum grannskoðara 

7. Innkomin mál – 4 mál um viðtøkubroyting verða til viðgerðar:

 

A) Uppskot frá nevndini í sambandi við longdina av tíðarskeiðnum, sum forfólk og nevndarlimir sita. Uppskotið er, at § 9, stk. 1, 4. pkt. verður broytt soleiðis, at 

forfólk frameftir verður valt til eitt 4 ára tíðarskeið (í staðin fyri 3 ár).

Nevndarlimir frameftir verða valdir til eitt 3 ára tíðarskeið (í staðin fyri 2 ár).

 

B) Uppskot frá limi í samband við tal av setanum, sum forfólk kunnu sita: Uppskotið er, at § 9 stk. 1 verður broytt soleiðis at:

Viðtøkurnar fyri valt forfólk og valdir nevndarlimir er tað sama sum tað er í dag, t.v.s, at forfólk sita 3 ár og nevndarlimir 2 ár. Tó við tí broyting, at valt forfólk kann í mesta lagi sita í 3 setur á rað, t.v.s. í 9 ár.

 

C) Uppskot frá nevndini í samband við hvussu fundarinnkalling verður lýst: Uppskotið er, at:

•    § 7, stk. 1, síðsta pkt. um innkalling til aðalfund verður broytt frá:

“[...] lýsing í minsta lagi einum av føroysku bløðunum og á heimasíðu felagsins”

til “[...] við telduposti til limirnar, lýsing á heimasíðu felagsins og í miðlum, ið eru kendir og alment atkomiligir.”

 

D) Uppskot frá nevndini í samband við freistir fyri uppstillan til nevnd og forfólk. Uppskotið er, at § 9, stk. 1, 7 pkt. verður broytt soleiðis at:

Uppskot til valevni sum forfólk og/ella nevndarlimur skulu vera komin til nevndina seinast tann 7. mars fyri aðalfundin. (í staðin fyri 4 vikur áðrenn).

 

E) Uppskot frá nevndini í samband við freistir fyri innkomin mál. Uppskotið er, at § 7, stk. 2,  2. pkt. verður broytt soleiðis at: 

Øll uppskot skulu verða forkvinnuni/ formanninum í hendi seinast tann 7. mars fyri aðalfundin. (í staðin fyri 14 dagar áðrenn).

 

8. Ymiskt 

9. Gestarøðari Sigrid Zakariasen frá Reyða Krossi

 

At minnast til:

 

Tað verður leygardagin 20. apríl 2024 klokkan 14, at aðalfundurin hjá Heilsurøktarafelagnum verður á Panorama á Hotel Hafnia.