Fólkakirkjan skrivar, at sum vant halda tey til í hoyggjhúsinum hjá Poul Arna. Tey hava opið hvørt kvøld á festivalinum, frá kl. 19-01. Ymiskir prestar manna kirkjuna. Tey bjóða kaffi, te og okkurt gott afturvið, eina sofu at sita á og eitt andarúm mitt í meldrinum. Prestarnir eru eisini góðir at lurta eftir tí, tú hevur uppá hjarta, og tey hava sjálvandi tagnarskyldu. Leygarmorgunin 19. juli kl. 11:00 verður árliga festivalgudstænastan í Fjósinum í Syðrugøtu. Í ár er tað Maria Summers Nolsøe, sum er sóknarprestur í Vestmanna, Kvívík og Kollafirði, sum prædikar og Silvitni kemur at syngja. Altargongd verður. Aftaná gudstænastuna er kirkjukaffi. Gudstænastan verður send í útvarpinum sunnumorgunin kl. 11:00 Vælkomin!, siga tey á heimasíðuni hjá fólkakirkjuni.