Tað upplýsir tíðindastovan Reuters.
Ísraelskir stríðsvognar komu inn í økið í dag, har herurin sambært keldum heldur, at nakrir av teimum gíslunum, sum eru eftir, kunnu vera hildnir.
Í gjár heitti Ísrael á palestinar í miðstaðarøkinum í Gaza um at leita sær skjól frá økinum kring Deir al-Balah.
Sambært BBC er økið fylt við túsundtals flýddum fólkum úr Suðurgaza.
Journalistar á staðnum siga við BBC, at stríðsvognar og hernaðarakfør komu inn í býin undir tungum vápnum og stuðuli úr luftini.
Sambært Reuters siga læknar í Gaza, at í minsta lagi tríggir palestinar doyðu og fleiri fingu skaða av skotum frá stríðsvognum.
/Ritzau/