Áheitan á fakfeløgini á almenna arbeiðsmarknaðinum

Áhugabólkur Pensjónista fegnast um, at Fíggjarmálaráðið í dag, hin 4. juni 2025, hevur sent fakfeløgunum á almenna arbeiðsmarknaðinum uppskot um at taka av rundskriv um fráfaringaraldur hjá tí almenna.

Áhugafeløg fyri pensjónistar hava seinnu árini áhaldandi gjørt vart við, at pensjónistar eru ónøgdir við, at landið hevur ein fráfaringaraldur og at fráfaringaraldurin eigur at verða tikin av.

 

Fráfaringaraldurin er fyri nógvum árum síðani tikin av í evropeiskum londum. Og hevur Danmark ikki havt nakran fráfaringaraldur síðan 1. januar 2016, tá fráfaringaraldurin við lóg varð tikin av.

 

Aldur er ikki sakligt og heldur ikki lógligt atlit fyri uppsøgn. Tey eldru eiga ikki framhaldandi at vera fyri diskriminatión/mismuni á almenna arbeiðsmarknaðinum og eigur fráfaringar-aldurin tískil beinanvegin at verða tikin av.

 

Ahugabólkur Pensjónista vónar og væntar, at øll fakfeløg á almenna arbeiðsmarknað-inum taka undir við uppskotinum hjá Fíggjarmálaráðnum um at taka av fráfaringaraldurin hjá tí almenna.

 

 

 

Tórshavn, hin 4. juni 2025

 

 

 

Áhugabólkur Pensjónista

 

Jóhan Carl Dam

 

Ingrid S. Henriksen

 

Bozena Rasmussen

 

Maria Jacobsen

 

Eyðun Ellendersen

 

Heidi E. Hammer

 

Nina Dahl