AIK Stockholm tapti toppdystin

Liðið hjá Mikkjali K. Thomassen er nú átta stig aftanfyri Mjällby

Liðið sum Mikkjal K. Thomassen er høvuðsvenjari hjá, AIK Stockholm spældi í dag toppdyst í bestu svensku fótbóltsdeildini. Dysturin var á útivølli móti oddaliðnum, Mjällby.

 

Mjällby sum ongantíð hevur vunnið svenska meistaraheitið, og nú er í holt við at gera ein "Leicester", vann á Strandvallen leikvøllinum í Hällevik 2-0 á søguríka, AIK Stockholm.

 

Tá seinni hálvleikur var 10 minuttir gamal gjørdi norski Johan Hove sjálvmál. Í 83. minutti staðfesti heimaliðið sigurin.

 

Teir størstu svensku ítróttarmiðlarnir lata ikki væl at avrikinum hjá AIK Stockholm í hesum dystinum.

 

AIK Stockholm er triðfremst í deildini við 32 stigum. Mjällby er fremst við 40 stigum, og Hammarby er næstfremst við 34 stigum. Malmö FF hevur 30 stig á fjórða plássinum. 

 

Mikkjal og hansara menn mugu skjótt upp á hestin aftur. Hóskvøldið spæla teir dyst á útivølli í øðrum undanumfarinum í Conference League. Dysturin er ímóti estiska liðnum, Paide. 31. juli er returdystur á Strawberry Arena. AIK hevur eina greiða favorittstøðu í hesum báðum uppgerðunum.