Føroyar vertur fyri altjóða IASST fundi og ráðstevnu

Tíðindaskriv:

 

Sjónám er vertur, tá altjóða felagsskapurin International Association for Safety and Survival Training (IASST) savnast í Føroyum í 11.-13.september 2025 og í hesum sambandi verður ráðstevna hildin á Hilton Garden Inn við setninginum:

“Sjóvinnuleiðsla við denti á trygdar- og trivnaðarmenning”

 

Endamálið við ráðstevnuni er at styrkja altjóða samstarv og vitanardeiling um, hvussu trygdarmentan og trivnaður umborð kunnu betrast – við leiðsluátøkum.

 

Skráin fyri vitjanina:

 

  • Hósdagin 11.sept Aðalfundur hjá IASST-limum hildin á Sjónámi og vitjað verður hjá sjóvinnufyritøkum og stovnum.
  • Fríggjardagur 12.sept: Almenn ráðstevna við framløgum frá serfrøðingum innan trygd á sjónum, ið m.a. inniheldur verkstovu, har viðkomandi trygdarspurningar verða viðgjørdir.
  • Leygardagur 13.sept: Útferð og vitjanir, har luttakararnir fáa innlit í føroyska sjóvinnusøgu og mentan.

 

Sjónám heldur at tíðin er búgvin til at trygd og trivnaður á sjónum verður umrøtt og tiltakið gevur ein pall fyri bæði íblástur og fakligt orðaskifti millum føroyskar og altjóða luttakarar.

 

Innbjóðingar verða í næstu viku sendar út til reiðarí og sjóvinnuviðkomandi fyritøkur og stovnar. Kunning og skrá verða løgd út á heimasíðuna hjá Sjónámi og nøvnini á fyrilestrahaldarum verða kunngjørd í næstum.

 

Sjónám fegnast um vertskapin og til at bjóða gestum úr øllum heiminum vælkomnum til eitt fjølbroytt og viðkomandi tiltak í hjartanum av Norðuratlanshavi.