– Í sambandi við at okkara Jónas kemur heim aftur av oyggjaleikunum á Guernsey, við sera flottum úrslitum, verður skipað fyri móttøku á kommunuskrivstovuni.
Soleiðis skrivar Kvívíka kommuna í kvøld.
– Flúgvarin av Guernsey lendir kl. 23.05 í Vágum, og væntandi er Jónas í Kvívík umleið ein tíma seinni.
– Hans Jóhann Sørensen, borgarstjóri heldur røðu, og kommunan bjóðar okkurt gott.
– Øll eru hjartaliga vælkomin og kommunan vónar, at nógv fólk koma at heiðra Jónasi, skrivar Kvívíkar kommuna í kvøld.