Tað liggur fast, at olympisku summarleikirnir í 2028 og í 2032 vera í ávikavist Los Angeles í USA og í Brisbane í Avstralia.
Kapprenningin um at gerast OL-vertstjóð í 2036, og millum tey sum bjóða upp á olympisku summarleikirnar er ríka oljulandið, Katar sum hýsti HM í fótbólti í 2022 og HM í hondbólti í 2015.
Nú hevur máttmikli egyptiski forsetin í altjóða hondbóltssambandinum, Hassan Moustafa boðað frá, IHF stuðlar Katar sum OL-verti í 2036. Hassan Moustafa heldur, at Katar aftaná HM-vertsskapin í hondbólti í 2015 og HM-vertsskapin í fótbólti í 2022 hevur førleikarnir, ið skulu til fyri at hýsa olympisku summarleikunum í 2036. Hassan Moustafa sigur, at tað eisini er í tráð við strategiina hjá IHF, at hondbólturin skal mennast í fleiri londum kring heimin.
Um Katar verður vertur fyri olympisku summarleikunum er vandi fyri, at tað verður sum við HM í fótbólti í 2022. Olympisku summarleikirnir mugu vera í november og desember, orsaka av hitalagnum sum er í Katar í juli, august og september. Tað órógvaði fótbóltskalendarin nógv, at HM í 2022 var í november og í desember.
Týskland, Suðurkorea og India hava eisini víst áhuga fyri at skipa fyri olympisku summarleikunum í 2036. Týskland hevur áður (í 1936 og í 1972) hýst leikunum. Suðurkorea hýsti leikunum í 1988. India hevur - eins og Katar - ikki hýst leikunum áður.