Audi Q6 e-tron er fyrsti bilur, ið er bygdur yvir nýggja PPE-platformin (Premium Platform Electric). Platformurin er tann partur av bilinum, sum chassis, hjólupphang, motorur o.a. er sett uppá.
Audi Q6 e-tron er ein 4x4. Hann hevur tveir elmotorar – framman og aftan. – sum tilsamans geva tilsamans 388 hk, og koyrir hann upp til 556 km við eini løðing. Hann hevur 800 Volt-system og koyrir frá 0-100 km/t upp á 5,9 sekund.
Bilurin hevur góðan komfort við eitt nú adaptivum luft-undirvogni og battarínum í botninum. Hetta gevur sera góðar og stabilar koyrieginleikar. Nógv er gjørt burturúr, at bilurin er væl ljóðdoyvdur við komforti á høgum stigi.
Bilurin er á tremur við tøkni, sum gevur nýggjar upplivingar fyri bilføraran og tey ferðandi í bilinum. Eitt nú hevur hann OLED-lyktir, sum síggjast sera væl í myrkri og toku. Harafturat er hetta ein lyktatøkni, sum kann brúkast til at kommunikera við umheimin via Car to X, ið gevur eina eyka trygd sum t.d. at ávara aðrar bilførarar um óhapp á vegnum.
Bilurin hevur kamera, sum vísir runt allan bilin, so bilførarin kann kenna seg tryggan móti vandum, sum kunnu koma frammanífrá, aftanífrá og frá síðuni.
Viðførisrúmið er heilar 526 litrar, og bilurin kann draga ein viðfestisvogn, sum vigar upp til 2.400 kg.
Bilurin er sera væl útgjørdur sum standard við t.d. 3-sonu komfortklimaskipan, adaptivum koyrihjálpara, digitalum OLED-baklyktum, 21″ alufelgum, Komfortlyklum, LED-forlyktum og 360° kamera.
Bilurin tekur seg væl út við 21” hjólum. Hann er nakað størri enn Audi Q5. Audi Q6 kann síggjast og roynast hjá Bilasøluni. Prísur úr kr. 598.000,- eftir MVG afturbering.
##med2##
##med3##
##med4##
##med5##