Í dag verður Fáminstunnilin endaliga avhendaður Landsverki. Tað er byggifyritøkan J & K Petersen, sum hevur gjørt tunnilin. Felagið er nú liðugt við arbeiði sítt, og tunnilin veðrur í dag endaliga avhendaður Landsverki, sum enn hevur elarbeiðið eftir at gera, áðrenn tunnilin letur upp.
Tað er eitt arbeiðið, sum tey á EL-Service á Skála eru farin undir, og samstundis skal tunnilin vatntryggjast betur og tað arbeiðið verður gjørt samstundis.
Alt tað arbeiðið skal verða liðugt um smáar tríggjar mánaðir, ella í juni mánað, og tá kann tunnilin takast í brúk.
J&K Petersen hevur ruddað arbeiðsøkið og flutt maskinur og annað av plássinum.
Eftir at gera er nú elarbeiði í tunlinum, sum Landsverk stendur fyri. Ætlani er at tunnilin letur upp í juni.
Tað var í 2022, at arbeiðstøkusáttmálin um Fámjinstunnilin, íroknað tilhoyrandi vegir, varð undirskrivaður millum Landsverk og J&K Petersen.
Sáttmálaupphæddin varð góðar 149 mió. krónur. Men av tí at sera ringt grót er í fjallinum, er arbeiðið vorðið munandi dýrari og fer at kosta um 285 milliónir krónur, 120 milliónir krónur meira enn ætlað.
Í juli 2022 byrjaði jørðarbeiðið, og 16. november 2022 var hátíðarløta í Øðravík í sambandi við at fyrsta skotið varð latið av. Tað var Egon Rasmussen, elsti borgari í Øðravík, ið lat skotið.
Av tí at fjallið hevur verið so vánaligt er tað fleiri ferðir komið fyri, at loftið í tunlinum er dottið undan. Fyrsta kollapsið var í apríl í 2023 og tað næsta í oktober sama ár. Á vári 2024 var enn eitt kollaps, meðan arbeitt varð við at uppbyggja økið frá næsta kollapsinum.
##med2##
Í øllum kollapsunum hevur støðan verið sera heppin. Eingin álvarsligur mannaskaði hevur staðist av hendingunum. Tó hava kollapsini viðført, at arbeiðið er seinkað.
Síðsta skotið varð latið av 18. juli 2024 og væntast tikin í nýtslu í juni í ár.
Fámjinstunnilin verður umleið 1.200 metrar langur við tveimum breytum.
##med3##