B36 skal takka fyri seinast

Higartil hevur tað verið tungt hoyggj at draga, tá ið B36 hevur verið favorittur

Tá ið árstalsfeløgini B36 og B68 17. apríl hittust í Gundadali, var úrslitið 1-1. Tá kendist tað sum um, at toftamenn fóru úr Gundadali við einum vunnum stigi, meðan teir í B36 kendu seg hava tapt tvey stig.

 

Í dag hittast tey á Svangaskarði. B36 er á fjórða plássi við 16 stigum, og B68 er á sjeynda plássi við átta stigum.

 

Higartil í ár hevur tað verið torført hjá B36 í favorittleiklutinum. Síðst vann B36 1-0 á heimavølli ímóti FC Suðuroy, og næstsíðst tapti B36 2-1 á heimavølli ímóti EB/Streymi.

 

Hjá B36 er tað ivasamt, um Heini Vatnsdal og Bogi Reinert-Petersen eru førir fyri at spæla í dag.

 

B68 hevur úr fýra teimum seinastu royndunum vunnið fimm stig. Umfamt 1-1 ímóti B36 endaði tað 1-1 í Trongisvági, og so vann B68 2-1 á heimavølli ímóti 07 Vestur. Á Svangaskarði tapti B68 1-0 ímóti Víkingi.

 

Hjalti Strømsten og Esmar P. Clementsen eru langtíðarskaddir, og Ragnar Steinhólm er vøddaskaddur. Jóhan Josephsen er leikbannaður.

 

B68 – B36: Leivur Zachariassen kl. 16.00.