Báturin fer at liggja út fyri hølini hjá Tórshavnar Bátafelag úti undir Bakka, har høvi verður at koma umborð og síggja nýggja bátin. Røður verða hildnar, og høvið verður at hitta manningina umframt at síggja nógva spennandi útgerð hjá Havnar Bjargingarfelag, Fjallabjargarunum og Dronutoyminum.
Norðoya Bjargingarfelag kemur til Havnar við bjargingarbátinum “Ziska” og Eiðis Bjargingarfelag kemur við bjargingarbátinum “Rescue Vón”.
Nógv spennandi verður eisini til børnini, sum millum annað kunnu sigla ein túr við gummibátinum “Rescue JENS”.
Øll eru hjartaliga vælkomin í Vágsbotn í morgin.
Havnar Bjargingarfelag