Hóast samgongutingfólk grundgeva so væl um, hví neyðugt er at hækka pensjónsaldurin, so ætla tey ikki sjálvi at vera við til at bera byrðarnar saman við føroyska fólkinum.
Tey grundgeva millum annað við, at »tað, at vit liva longur, skeiklar sokallaðu fólkatalspyramiduna. Framskrivingar vísa, at talið á teimum eldri enn 67 ár fer at vaksa nógv komandi árini, og samstundis fer talið á teimum, sum eru í arbeiðsvirknum aldri, 16 til 66 ár, at minka. Lutfallið millum tey í og uttanfyri arbeiðsvirkna aldurin broytist av tí sama. Í 1985 vóru 6,5 fólk í arbeiðsførum aldri fyri hvønn pensjónist, í dag eru tey bara knapt 4 fólk...«
Men tá Løgtingið fríggjadagin endaliga fer at hækka pensjónsaldurin hjá føroyingum upp í 70 ár, so er bara ein starvsbólkur, sum sleppur undan. Tað eru løgtingsfólkini sjálvi. Tey tingfólk, sum hava sitið og sita á tingi í dag, tey sleppa undan hægri pensjónsaldri. Tey kunnu í summum førum framvegis fara frá við fullari tænastumannapensjón restina av lívinum, tá tey eru 60 ár – og og »ringasta føri« tá tey fylla 67 ár.
Nýggj lóg er samtykt at koma í gildi eftir næsta væl, sum normaliserar pensjónina hjá tingfólki. Men ikki hjá teimum, sum sita í tingi í dag. Tey varðveita ta tænastumannapensjón, sum tey hava rætt til, tá val verður næstu ferð – og tey varðveita eisini 60 og 67 ára pensjónsaldurin – sjálvt um tey hækka fólkapensjónsaldurin sum rakar øll fólk í Føroyum uttan tingfólkini sjálvi.