- Noreg stuðlar Ukraina, tá landið ikki formelt vil geva frá sær landaøki í samráðingum við Russland.
Tað sigur norski uttanríkisráðharrin, Espen Barth Eide.
- Eitt annað er at tola, at landið ikki hevur fult tamarhald á øllum beinanvegin, sigur hann við tíðindastovuna, NTB.
Í dag eru norðurlendskir og baltiskir uttanríkisráðharrar á fundi á donsku oynni, Bornholm.
Uttanríkisráðharrarnir úr Póllandi, Týsklandi og Fraklandi eru sambært NTB eisini við á fundinum.