Barnabati skal vera eitt ljós í myrkrinum

Hedvig Johansdóttir er nýggjur aðalskrivari í Barnabata. Barnabati virkar fyri at bøta og menna um kor, trivnað og menning hjá børnum og ungum í Føroyum

Hedvig Johansdóttir heldur tað vera týdningarmikið, at Barna bati er ein samskipandi felags skapur hjá øllum sum ynskja at hjálpa børnum og ungum, tí tað eru nógv sum vilja veita eina hjálpandi hond, bæði vinnu fyri tøkur, almennir stovnar, sam kom ur og privat fólk, men tey vilja tryggja sær, at peningurin verður brúktur til at hjálpa, og í tíførinum er Barnabati ein tryggur felags skapur at lata til.

 

– Navnið Barnabati er fjálgt, og felagsskapurin skal vera fjálgur. Her er eitt sindur av sjálvbodnum arbeiði, løntum arbeiði, gávur, og stuðul, og tá kann tað blíva til nakað sum kann fjálga um, verma og lýsa upp, har sum tað er myrkt hjá børnum og familjum. Nógv í Føroyum hava tað trupult. Vit síggja og hoyra nógv ringja og skriva og biðja um hjálp, soleiðis at tey kunnu halda føðingardag, ella betala okkurt, og tað sigur mær, at tað er stórur tørvur á hjálp í Føroyum, sigur Hedvig Johansdóttir. 

 

Familjur kunnu eitt nú søkja um fíggjarligan stuðul til jólahjálp og til frítíðarvirksemi. Ætlanin er at samskipa hetta arbeiðið betur við ítróttafeløg og aðrar frítíðarfelagsskapir.

 

– Tað skal ikki vera soleiðis, at tú noyðist at fara til tín venjara, tí tað kann vera eyðmýkjandi at siga, at tú ikki hevur ráð til búna og gaggur, hetta skal skipast ígjøgnum Barnabata. 

 

Les longri samrøðu við Hedvig  Johansdóttir í Sosialinum. 

 

##med2##

 

##med3##

 

##med4##