BESTU TREYTIR TIL TÓRSHAVNAR HAVN

Umleið 700 familjur vinna sítt dagliga breyð á økinum hjá Tórshavnar Havn. Ein stórur partur av hesum eru verkafólk í Havn. 

 

Vit verkafólk mugu tískil syrgja fyri, at Tórshavnar Havn hevur bestu treytir í framtíðini. 

 

Tað er heldur einki at ivast í, at okkara fantastiski høvuðsstaður fer at veksa nógv í framtíðini. Metingar siga, at um eini 30 ár fer tvífalt so nógv at koma um keikantin sum í dag. Upp í 1,5 mió. tons. Hetta setur stór krøv til havnaøkið. Vit verkafólk gleða okkum at vera partur av hesari spennandi framtíð fyri Tórshavnar Havn og Tórshavnar kommunu. 

 

Nú valdagurin nærkast er týdningarmikið, at verkafólk sláa ring um verkafólk og geva teimum álít.

 

 

 

Vel verkamannin á Vaglið

 

Vel Tjóðveldi

 

Vel Ottar í Funningsstovu