Bjarne Corydon gevst sum ábyrgdarblaðstjóri á Børsen og byrjar sum nýggjur aðalstjóri í DR 1. august.
Tað sigur hann við Børsen.
Corydon kallar tað "ein stóran framíhjárætt" at vera blaðstjóri á Børsen. Tað hevur hann verið síðani 2018.
- Í øllum lítillætni vil eg siga, at eg leggi eftir mær ein fjølmiðil, sum er millum teir sterkastu í Danmark - bæði journalistiskt og handilsliga, sigur hann við Børsen.
Bjarne Corydon heldur fram sum stjóri í Børsen til 31. juli Men hann gevst beinanvegin sum ábyrgdarblaðstjóri.
Núverandi tíðindastjóri á Børsen Nikolaj Sommer verður settur í henda leiklut.
Maria Rørbye Rønn, sum hevur verið aðalstjóri í DR síðani 2010, boðaði í oktober í fjør frá, at hon fer úr DR í 2025 eftir 15 ár.
Hon heldur fram sum aðalstjóri til Corydon byrjar í august.
Sambært nevndarformanninum í DR, Lars Gert Lose, er Corydon "tann absolutt besti aðalstjórin at fáa stovnin og starvsfólkini væl inn í næsta kapittul hjá DR".
Tað sigur Lose í tíðindaskrivi frá DR.
- Við hansara journalistisku royndum, leiðsluávirkan og fatan av bæði samfelagnum rundan um og globala veruleikanum, kundu vit ikki havt fingið eina betri starvssetan, sigur nevndarformaðurin.
Corydon kallar tað sjálvur "ein heilt serstakan framíhjárætt at fáa ábyrgdina av DR í eini tíð við ógvusligum broytingum". Tað sigur hann í tíðindaskrivi frá DR.
- DR er ein av týdningarmestu mentanarstovnunum í Danmark. DR hevur møguleika veruliga at knýta allar danir saman - og skal samstundis virka við djúpari fatan av, at stovnurin hoyrir øllum fólkinum til.
- Samstundis má og skal almenna tænastan geva eitt avgerandi positivt íkast til menningina av fólkaræði okkara í einum heimi, har tað er undir trýsti frá nógvum síðum, sigur hann sambært tíðindaskrivinum.
Bjarne Corydon er eisini fyrrverandi fíggjarmálaráðharri fyri Javnaðarflokkin frá 2011 til 2015.
Her gjørdist hann skjótt landskendur, tá hann gjørdist ímyndin av fleiri nýskipanum, sum vóru illa umtóktar hjá vinstravonginum.
Við tí komu eisini eyknevni sum "Don Corydon", "Corydong" og "Blái Bjarne".
Dong-málið stavar frá 2014, tá staturin seldi ein stóran part av orkufelagnum Dong Energy til millum annað amerikanska íløgubankan Goldman Sachs.
Corydon, fíggjarmálaráðharri, stóð á odda fyri søluni. Hann varð síðani skuldsettur fyri at hava selt ov bíliga.
Handfaringin hjá Fíggjarmálaráðnum av søluni av Dong fekk eisini sera hvassar atfiningar frá Landsgrannskoðanini og Ríkisgrannskoðarunum.
Eftir tíðina sum fíggjarmálaráðharri gjørdist Corydon samstarvsfelagi hjá ráðgevarafyritøkuni McKinsey og alheimsstjóri í The McKinsey Center for Government.
Síðani flutti hann til Børsen, sum nú skal leita eftir nýggjum stjóra, tá Bjarne Corydon tekur við sum stjóri í DR Byen í august.
/Ritzau/