Blaz Janc: Føroyar góvu okkum stórar trupuleikar seinast (EM)

Stórleikarin hjá Barcelona hevur stóra virðing fyri føroyska manslandsliðnum í hondbólti

Týsdagin 20. juni 2026 spæla Føroyar EM-dyst móti Slovenia í Bærum í Oslo. Slovenia er favorittur til at vinna bólk D. Hini bæði liðini í bólkinum eru Sveis og Montenegro.

 

Stórleikarin hjá Slovenia, høgri vongurin, Blaz Janc, ið hevur spælt við Barcelona síðani 2020, og hevur spælt 120 landsdystir hevur stóra virðing fyri Føroyum.

 

Við heimasíðuna hjá slovenska hondbóltssambandinum sigur Blaz Janc: - Vit kenna Føroyar væl. Teir eru ungir, sera lívligir, og eru eitt lið sum er á veg fram. Teir hava longu rist nervarnar hjá mongum fólkum. Føroyar vístu í EM-endaspælinum í 2024, at teir duga væl at spæla hondbólt, og teir voldu okkum stórar trupuleikar. Sigur stórleikarin um føroyska manslandsliðið.  

 

Blaz Janc staðfestir, at Slovenia má átaka sær favorittleiklutin í dystunum móti Føroyum, Montenegro og Sveis. Málið hjá Slovenia er sjálvsagt at vinna seg víðari til millumumfarið, ið verður leikt í Malmö.