Brasilski landsliðsvenjarin hevur fingið sekkin

Tað sveið djúpt hjá brasiliumonnum at tapa 1-4 fyri Argentina

Mynd: Ritzau Scanpix

Er tað nakað lið sum brasiliumenn hata at tapa fyri, so er tað Argentina.

 

Tað sveið djúpt hjá brasiliumonnum, at Brasil í HM-undankappingini tapti stórt 1-4 fyri Argentina Í HM-undankappingardystinum á Estadio Monumental leikvøllinum í Buenos Aires fyri nøkrum døgum síðani.

 

Tapið hevur fingið avleiðingar fyri landsliðsvenjaran, Dorival Junior, ið hevur fingið sekkin aftaná eyðmýkingina í Buenos Aires.

 

Argentina liggur langt fremst í suðuramerikanska HM-undankappingarbólkinum við 31 stigum fyri 14 dystir. Brasil er nummar fýra við 21 stigum.

 

4. juni spælir Brasil á útivølli móti Ekvador, og 7. juni spæla teir á heimavølli móti Paraguay. 

 

Mynd: Ritzau Scanpix