Tónleikarin, sangarin og orð- og lagasmiðurin Jógvan Andrias Joensen í klaksvík hevur gjørt nýtt lag.
Hetta er eitt kvæðalag, ið nevnist Við Atlantsrygg.
Sjálvur sigur Jógvan Andrias soleiðis:
- Tað var ein góð og lívgevandi løta, tá 9 ungdómar frá Klaksvíkar Dansifelag komu á gátt týskvøldið 22. juli at venja. Stutt aftaná kom Erik Biskupstø á gátt við síni 'tascam portacapture x6' mikrofon, hongur hana uppá bitan og setur hann at taka upp. Tað kvøldið fekk kvæðalagið 'Við Atlantsrygg' nýtt lív.
Jógvan Andrias skrivaði orð og lag 8. mars 2021.
Lagið hoyrist her: https://www.youtube.com/watch?v=4gck34xTeM4
Kvøðararnar:
Rebekka Syderbø, skipari,
Høgni Jónleifsson á Steig,
Róða Bødvarsdóttir,
Nóa Syderbø,
Rakul Jónleifsdóttir á Steig,
Karl Høgnesen,
Silja Michalsen,
Gunnar Syderbø
Turið Syderbø.