Tíðindaskriv:
Komandi leygardag kl. 11 verður eitt tiltak Undir Bryggjubakka, sum nærmast er ov gott at vera satt: Tú fært 10 ókeypis laksarættir, sum eru klárir at fara beina leið í búkin. Og hetta er ikki bara vanligur laksur í einum kølidiski. Hetta er laksur, sum tú helst ongantíð hevur upplivað hann áður.
“Vit lata kokkarnar gera akkurát tað, sum teir hava hug til”, sigur Bogi Andreasen, ein av fyriskiparunum, tá eg spyrji, hvussu teir 10 rættirnir eru valdir. “Vit blanda okkum ikki. Og tað ger eisini, at summir kokkar byrja at kappast eitt sindur sínamillum. Og tá koma tey bestu hugskotini. Tildømis fingu vit laksaís tað eina árið!”
Laksaís. Ja, tú las rætt. Og hóast tað verða bæði spennandi og óvæntaðir rættir, verður eisini pláss fyri meira siðbundnum upplivingum. “Felags fyri allar rættirnar er, at tað smakkar ótrúliga væl," sigur Bogi.
Men hví alt hetta fyri einki? Hví geva túsundtals gestum dýrar laksarættir púra ókeypis?
“Tað snýr seg um at vísa fólki, hvussu nógv tú kanst gera við laks," sigur Bogi. "Laksur er meir enn royktur laksur við dilddressingi. Hann kann vera alt frá tí heilt einfalda til tað heilt avanseraða. Tað er eitt ótrúliga fjølbroytt og gott føroyskt produkt, har fólk kanska ikki eru tilvitað um, hvussu nógvir møguleikar eru at matgera uppá."
Tað er eisini lætt at skilja, hví Bryggjulaksur er blivið ein fastur partur av árinum: “Tað er ótrúliga lætt at fyrireika. Øll vilja hjálpa til. Tað er non profit, og tey einastu, sum fáa eina samsýning, eru kokkarnir. Restin ger tað, tí vit elska hugskotið. Tað er altíð hugnaligt og góður stemningur. Bryggjulaksur er eisini perfekt høvi at koma saman við fólki, vinum og familju.”
So hevur tú ein maga og ein munn, so er at leggja leiðina framvið Bryggjubakka. Staðið, har tú bara skal gapa og smakka. Hetta er tann dagurin á árinum, har tú kann lata onnur um at matgera og vaska upp, meðan tú forkelar teg sjálvan.