Amerikanski uttanríkisráðharrin, Marco Rubio, sigur, at nú er tað upp til Russland og Ukraina at koma við "ítøkiligum" uppskotum.
Tað sigur talsfólkið hjá Marco Rubio, sum kallast Tammy Bruce, og hetta veit tíðindastovan, Reuters at siga í dag.
- Um eingi framstig koma, fer USA at taka seg aftur sum meklari í hesi tilgongd, sigur hon við Reuters.
Vit kunnu leggja aftrat, at tað er einki, sum bendir á, at Russland ætlar at taka seg aftur úr teimum økjum í Ukraina, sum landið hevur hertikið.
Haraftrat hevur Russland sett fleiri aðrar treytir, um landið skal ganga við til at leggja vápnini í krígnum móti grannalandinum, Ukraina.
##med2##