Burn: VÍF knógvaði øðrum plássinum

Vestmenningar vunnu kapprenningina um seinna beinleiðis FM-hálvfinaluplássið

Seinasta umfarið var leikt í Burn mansdeildini seinnapartin í dag. 

 

Í høllini í Vestmanna tryggjaði VÍF sær annað plássið í deildini, og harvið seinna beinleiðis FM-hálvfinaluplássið. 

 

Tað gjørdi VÍF við at vinna greiðan 33-26 sigur á grundspælsvinnarunum, Kyndli. Í steðginum var støðan 19-13 til VÍF.

 

Sjúrður Olsen var toppskjútti hjá VÍF við átta málum. William Skovsager var toppskjútti hjá Kyndli við sjey málum.

 

Í høllini á Hálsi í Havn vann H71 30-26 á Neistanum. Í steðginum vóru hoyvíkingar frammanfyri 15-10.

 

Herbjørn Lava var við seks málum toppskjútti hjá Neistanum. Høgni Højsted og Jákup Egholm vóru við sjey málum hvør toppskjúttar hjá H71.

 

Í høllini á Skála vann StÍF 30-24 á KÍF. Í steðginum var StÍF á odda við tveimum málum, 14-12.

 

Trúgvi Hávardsson var við sjey málum toppskjútti hjá StÍF. Mikkel Vinther, Emil Nielsen og Fríði Weyhe skutu fimm mál hvør fyri KÍF.

 

Kyndil vann grundspælið við 26 stigum. VÍF er nummar tvey við 23 stigum, og H71 er nummar trý, somuleiðis við 23 stigum. StÍF er nummar fýra við 22 stigum. KÍF er nummar fimm við 16 stigum, og Neistin er nummar seks við 14 stigum. Team Klaksvík endaði aftast við tveimum stigum.

 

H71 og Neistin møtast í FM-fjórðingsfinaluni, og í hinari FM-fjórðingsfinaluni møtast StÍF og KÍF.

 

HER ber til at síggja dómaraseðlarnar frá HSF. Tó er dómaraseðilin frá dystinum Neistin-H71 ikki tøkur:

 

##med2##

 

##med3##