BYD Seal – smartur og kvikur elbilur  

BYD Seal er ein sera væl útgjørdur bilur, ið hevur so at siga alt sum standard, og bilurin kann síggjast og roynast hjá Wenzel.

 

 

Kinesisku BYD koma á føroyska marknaðin við fleiri nýggjum elbilum. Ein av hesum er BYD Seal, sum er enn ein av spennandi elbilunum á marknaðinum. 

 

Sambært hagtølum er BYD heimsins størsti framleiðari av elbilum. BYD stendur fyri "Build Your Dreams". 

 

BYD Seal er ein elegantur persónbilur við fimm sitiplássum. Stóra aksilfrástøðan ger, at sera gott pláss er í kabinuni. Viðførisrúmið er 400 litrar, og bilurin kann draga ein viðfestisvogn upp til 1.500 kg.

 

Bilurin fæst bæði sum bakhjólsdrivin og sum 4x4, tá hevur hann 530 hk og er sera kvikur, koyrir úr 0-100 km/t upp á 3,8 sekund og upp til 520 km við einari løðing. 

 

Sum á flestu elbilum er battaríið í botninum á bilinum. Hetta gevur sera góðar og stabilar koyrieginleikar. Eisini er bilurin væl ljódoyvdur, og lítið hoyrist til hjólini undir koyring.

 

Instrumentborðið er smart og er lætt at avlesa hjá bilføraranum.

 

Mitt á instrumentborðinum er ein stórur skíggi, sum kann rotera. Skíggin hevur nógvar eginleikar sum t.d. navigatiónsanlegg, tónleikaanlegg og Spotify-app. Ljóðgóskan er høg við hátalarum frá Dynaudio.

 

##med2##

 

BYD Seal er ein sera væl útgjørdur bilur, ið hevur so at siga alt sum standard, eitt nú panorama sóltak, adaptivan fartpilot, klimaanlegg, talgilt instrumentborð eins og trygdarútgerð sum t.d. automatiska neyðbremsu og blindvinkulávaring. 

 

BYD Seal hevur 6-ára garanti og 8-ára garanti upp á battaríið. Hann kostar úr kr. 419.000 eftir mvg afturbering. Bilurin kann síggjast og roynast hjá Wenzel.

 

##med3##

 

##med4##