Tað var um 10 tíðina gjáramorgunin, at løgreglan fekk boð um, at ein fullur maður gekk og skeyt við byrsu í Norðdepli.
Løgreglan fór alt fyri eitt á staðið, og maðurin lat eitt skot av, eftir at løgreglan kom á staðið
– Men tað eydnaðist okkum at tosa mannin til sættis, soleiðis at hann legði byrsuna frá sær, sigur vaktleiðarin á politistøðini í gjár.
Í morgun sigur vaktleiðarin, at maðurin er latin leysur aftur – við eini skuldseting fyri brot á vápnalógina fyri at hava handfarið eitt skotvápn á vandamiklan hátt. Hann verður eisini skuldsettur fyri í gáloysni at hava verið til vanda fyri onnur. Ein skuldseting, sum kann tódna til brot á skilhaldsreglarnar, sigur vaktleiðarin á politistøðini.
Byrsan, hann hevði, var lóglig og skrásett, so tann parturin var í lagi hjá manninum. Men løgreglan hevur tikið byrsuna frá manninum, soleiðis sum gjørt verður, tá til dømis ein byrsa er brúkt til eitt lógarbrot.
Annars gjørdi løgreglan ferðslukanningar í Søldarfirði í gjár, har tveir bilførarar vórðu tiknir fyri at koyra ov skjótt í bygdum øki. Annar koyrdi 74 og hin koyrdi 76 km um tíman, og teir fáa báðir bót og klipp í koyrikortið.